Ráðgeving

Ram Development hevur drúgvar royndir innan KT vinnuna, og vit hava arbeitt við nógvum ymsum skipanum og menningaramboðum.

Serligar nógvar royndir hava vit innan Microsoft menningartøkni.

Hevur tú tørv á ráðgeving ella hjálp til eina uppgávu, ber til at seta seg í samband við okkum. 

Vilt tú vita meira?

Kommunulækna‌portalur

Ram Development hevur ment ein kommunulæknaportal til føroyskar læknaviðtalur. Hugskotið kom, tá læknaviðtalan í Miðlon læt upp í 2012.

Dentur var lagdur á:

  • Borgarin skuldi hava lætta atgongd til upplýsingar.
    • Grundupplýsingar, sum upplatingartíðir, telefontíð og nummar, adressu o.s.fr.
    • Starvsfólk, bæði fast starvsfólk, og starvsfólk knýtt at viðtaluni í longri ella styttri tíð.
    • Nær viðtalan er stongd í t.d. feriutíð ella vegna skeiðsvirksemi
    • Tíðindi viðv. viðtaluni, t.d. nýtt starvsfólk ella ein nýggj tænasta
    • Kunningartilfar, t.d. kunning um barnakanningar

  • Borgarin skuldi hava møguleika at samskifta við viðtaluna, biðja um tíðir, endurnýggja reseptir o.a.
    • Portalurin skuldi lætta um hjá borgaranum. Møguleiki at avgreiða síni ørindir, tá tað passar og ikki verða tengdur at telefontíð.
    • Eisini skuldi portalurin lætta um hjá viðtaluni, soleiðis at elektroniskt samskifti var avmarkað til eitt oyðublað, so allir neyðugir upplýsingar koma við, umframt at samskiftið ikki bleiv ov drúgt.
    • Alt samskifti skuldi verða trygt. Loysnin er blivin góðkend av Dátaeftirlitinum.

  • Portalurin skuldi vera lættur at viðlíkahalda. Tað skuldi kunna gerast av fólki uttan serligan KT kunnleika. Viðtalan skal kunna:
    • Leggja nýtt starvsfólk afturat / sletta fólk sum fara úr starvi
    • Leggja tíðindir / kunningartilfar á síðuna
    • Fyri at viðtalan skuldi kunna gera mest sum alt viðlíkahald sjálv, varð gjørd ein stig fyri stig vegleiðing til allar vanligar broytingar á síðuni.

Portalurin verður longu brúktur av einum fjórðingi av føroysku kommunulæknunum og túsundtals borgarum. Til ber at seta seg í samband við okkum, um ynski er um líknandi loysn. Vit geva fegin eitt tilboð. 

Vilt tú vita meir?

Heimasíður

Ram Development hevur fleiri ára royndir innan heimasíðumenning. Tá vit menna eina heimasíðu leggja vit dent á:

  • Síðan er løtt at viðlíkahalda, eisini hjá kundanum. Kundin skal sjálvur kunna viðlíkahalda og leggja nýtt tilfar á síðuna, eisini um kundin ikki hevur KT kunnleika.
  • Síðan skal vera "responsive". Tað vil siga, at innihaldið á síðuni tillagar seg eftir, um síðan verður latin upp á eini telefon ella á eini teldu.
  • Síðan skal loada skjótt, so brúkarin hevur eina góða uppliving.
  • Tínir kundar skula finna teg. Vit leggja dent á at síðan er SEO-optimerað (search engine optimisation).

Um tit hava tørv á eini heimasíðu, so vendið tykkum til okkara, so kunna vit práta um uppgávuna og vita, um vit kunna finna eina góða loysn.

Vilt tú vita meira?